FUTSAL: Føroyska Futsal-liðið, sum um mánaðarskifti november-desember skal møta Grønlandi, verður vætandi úttikð í hesi vikuni
Fótbóltssamband Føroya hevur sett Jens Erik Rasmussen og Alex Troleis at taka sær av føroyska Futsal-liðnum, sum um mánaðarskifti november-desember eru bjóðaðir til Grønland, at spæla tríggjar dystir ímóti grønlendingum.
Dystirnir verða spældir 29. og 30. november, og 1. desember í Nuuk í Grønlandi.
Jens Erik og Alex hava báðir roynt seg í Futsal í Brasil, og serligu eru tað reglurnar í Futsal, sum eru eitt sindur øðrvisi, í mun til vanligan fótbólt.
– Tað eru nógvir tekniskar reglur í Futsal, serliga fyri málmannin, og tað verður ein avbjóðing fyri føroysku leikararnar. Millum annað hevur málmaðurin bara loyvi at hava bóltin í 4 sekund á egnari hálvu, og áðrenn viðleikari kann spæla bóltin til málmannin aftur, skal mótleikari hava nortið bóltin, sigur Jens Erik Ramussen.
Føroyski hópurin verður væntandi úttikin ein av fyrstu døgunum, og síðani er ætlanin at fáa tímar og fara undir skipaðar venjingar í onkum av ítróttarhallunum kring landið.
– Ætlanin er at venja tvær ferðir um vikuna komandi vikurnar. Serliga eru tað teknisku og taktisku førleikarnir, ið eru sera umráðandi hjá Futsal-leikarum, og har afturat krevst, at leikararnir eru væl fyri kropsliga. Spælt verður í 20 minuttir, men tá bólturin er uttanfyri linjurnar verður spælið steðgað, so Futsal er rættuliga strævið, sigur Jens Erik Rasmussen.
Seinasta vetur skipaði Fótbóltssamband Føroya fyri Futsal-kappingum fyri Dreingir U12, U14 og U16, og komandi vetur verða hesar kappingar aftur á skránni, og nú eisini fyri gentur.