U15 landsliðið við gentum er savnað á venjingarlegu hetta vikuskiftið, áðrenn leiðin gongur til Estlands at spæla Baltic Cup


Týsmorgunin leggja U15 genturnar leiðina til Estlands, har tær skulu spæla Baltic Cup, og sum liður í fyrireikingunum eru tær savnaðar á venjingarlegu í Havn hetta vikuskiftið.

Hetta er fyrsta venjingarlegan og altjóða uppgávan hjá Sigtóri Petersen sum landsliðsvenjara, og umframt fysiska test og venjing, er eisini venjingardystur á skránni.

Umframt U15, hava øll hini landsliðini á gentu- og kvinnusíðuni eisini verið savnaði hetta vikuskiftið. A-landsliðið við kvinnum fyrireikar seg til komandi HM undankapping, har heimsstjørnurnar úr Spania vitja í fyrsta dystinum 16. september.

Um sama mundið fer U19 landsliðið við gentum til Estlands at spæla tveir venjingardystir. Harumframt hava U17 genturnar eisini verið til venjing; tær skulu til Slovakia at spæla EM undankapping í november.