Sigfríður Clementsen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingum, hevur úttikið hópin, sum í næstum skal spæla tveir venjingardystir á útivølli móti Norðurírlandi
——————
Sum fyrireiking til EM-undankappingina, sum verður í Grikkalandi í november mánað, fer U19-landsliðið við dreingjum í næstum til Norðurírlands, har tveir venjingardystir móti norðurírum eru á skránni.
Sigfríður Clementsen er venjari hjá U19-dreingjunum, og hann hevur nú sett navn á teir 18, ið eru úttiknir til uppgávurnar í Norðurírlandi.
Hópurin
Eiler Fróðason, 07 Vestur
Mathias Weihe Joensen, B36
Fríði í Túni Petersen, B68
Bogi Hentze, B71
Sverri Mariusarson, EB/Streymur
Jonathan Lassesen, HB Køge (Danmark)
Elias Rusborg, Hvidovre BK (Danmark)
Emil Weihe Joensen, ÍF
Líggjas Heðinsson, ÍF
Jákup Norðoy Wilhelmsen, KÍ
Beinir Nolsøe, NSÍ
Jørgin Nielsen, NSÍ
Poul Kallsberg, Skála
Bergur Jákupsson Poulsen, Víkingur
Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur
Jákup Andrias Thomsen, Víkingur
Olaf Bárðarson, Víkingur
Jens Olsen, AaB (Danmark)
Fyrri dysturin verður á Mourneview Park í Lugan mikudagin 1. september, meðan tann seinni verður á The Oval í Belfast fríggjadagin 3. september. Báðar dagarnar er avspark klokkan 15:00.
Í EM-undankappingini er føroyska liðið komið í ein rættuliga sterkan bólk, saman við Týsklandi, Grikkalandi og Russlandi. Kappingin verður frá 8. til 17. november.