Farna vikuskiftið fingu Tummas Pauli Olsen, Petur Reinert, Jóhan Petur Michaelsen og Rói Jacobsen prógv sum dómarainstruktørar
Vikuskiftið 1. til 3. februar varð skipað fyri Dómarainstruktørskeið í FSF-húsinum í Havn. Fýra luttakarar vóru til skeiðið, Tummas Pauli Olsen, Petur Reinert, Jóhan Petur Michaelsen og Rói Jacobsen.

Hetta er samstundis fyrstu ferð, at skipað verður fyri dómarainstruktørskeið í Føroyum.

Undirvísari var danin Tore Østergaard, frá danska fótbóltssambandinum, DBU. Tore Østergaard hevur í mong ár arbeitt sum starvsfólkastjóri á fleiri donskum sjúkrahúsum, og hevur verið við til at skriva bók um leiðslu. Har afturat hevur Tore Østergaard eisini verið við til at menna dómamaútbúgvingina í Danmark.

Á dómarainstruktørskeiðnum varð stórur dentur lagdur á undirvísingar pedagogik, brúk av undirvísingaramboðum, tilrættislegging av undirvísing og hvussu ein undirvísing verður gjøgnumførd.

Uppgávan hjá nýggju dómarainstruktørunum verður framyvir at undirvísa og skipa fyri dómaraskeiðum fyri øðrum føroyskum dómarum.

Eftir at Tummas Pauli Olsen, Petur Reinert, Jóhan Petur Michaelsen og Rói Jacobsen hava fingið prógv sum dómarainstruktørar, eru nú í alt sjey instruktørar í Føroyum. Hinir er Niklas á Líðarenda, Jógvan Jensen (Egga) og Lassin Isaksen.