Spenningurin í 2. deild hjá monum er stórur undan seinastu trimum umførunum. Fýra lið hava framvegis møguleikan at flyta upp
Fyri fyrstu fer í hesum kappingarárinum mátti 2. deildarliðið hjá B36 av vøllinum við ongum, tá árstalsfelagið seinasta vikuskiftið tapti 3-1 fyri felagsliðnum Giza/Hoyvík.
Og tá TB og Undrið FF samstundis vunnu sínar dystir móti ávikavist Royn og Skála, er stórur spenningur í toppinum í triðbestu deildini hjá monnum, nú trý umfør eru eftir at spæla.
Undan seinastu umførunum er B36 fremst við 34 stigum, og málmuni +33, meðan Undrið FF er nummar 2, eisini við 34 stigum, og málmuninum +31. Bara eitt stig aftanfyri er Giza/Hoyvík við 33 stigum, meðan TB er á 4. plássi við 31 stigum.
16. umfar í 2. deild hjá monnum verður spælt leygardagin 8. september. Á Argjum møtast AB og ÍF, og á Tvøroyri tekur TB móti Skála. Í Havn fær oddaliðið, B36 vitjan av FC Suðuroy, meðan toppdysturin verður á Niðara Vølli í Gundadali, har Undrið FF og Giza/Hoyvík bresta saman.
Fimti dysturin skuldi eftir ætlan verði spældur í Sørvági, millum 07 Vestur og Royn. Men av tí at 07 Vestur er koyrt úr kappingini, vinna hvalbingur uttan dyst, við málmuninum 3-0.