Håkan Ericson hevur framt fýra broytingar á liðnum undan dystinum móti Albania, í mun til teir fyrstu ellivu, ið byrjaðu á vøllinum móti Noregi
——————
Mattias Lamhauge, René Shaki Joensen, Jóannes Bjartalíð og Jákup Biskopstø Andreasen vera millum teir fyrstu ellivu, ið Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, sendir á vøllin ímóti Albania í kvøld klokkan 19:45.
Talan er um síðsta dystin í undankappingini til EM 2024, sum verður í Týsklandi næsta summar.
Føroyski hópurin kom til albanska høvuðsstaðin Tirana seint fríggjadagin, og síðani hava tvær venjingar verið á skránni. Allir eru væl fyri, og til reiðar at stríðast við albanar, sum í kvøld ætla at hátíðarhalda, at teir hava tryggjað sær pláss í EM-endaspælinum.
Samanborið við venjingardystin móti Noregi farna hósdag, hevur Håkan Ericson framt fýra broytingar í millum teir fyrstu ellivu, ið byrja fyri Føroyar á Air Albania stadion, sum í kvøld verður fullsett við 22.000 áskoðarum.
Mattias Lamhauge verður í mál, og verjuna manna Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen, ið eisini er liðskipari. Á miðvøllinum frá byrjan vera Jóannes Bjartalíð, René Shaki Joensen, Gunnar Vatnhamar, Jákup Andreasen og Brandur Hendriksson Olsen, og fremst maður verður Jóan Símun Edmundsson.
Á beinkinum og til reiðar at koma á vøllin eru Bárður á Reynatrøð, Bjarti Vitalis Mørk, Ári Mohr Jónsson, Hørður Askham, Mads Boe Mikkelsen, Andrass Johansen, Adrian Justinussen, Sølvi Vatnhamar, Hanus Sørensen, Klæmint Andrasson Olsen, Petur Knudsen og Pætur Petersen.
EM-undankappingardysturin millum Albania og Føroyar kann síggjast í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, og harafturat fer FM1 eisini at hava beinleiðis frásøgn av Air Albania stadion. Avspark er klokkan 19:45, sum er klokkan 20:45 lokala tíð í Tirana.