Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hevur gjørt fýra broytingar í byrjunaruppstillingini til dystin móti Kekkia, samanborið við teir, ið byrjaðu móti Póllandi farna hósdag

——————

Tað vera fýra broytingar millum teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum í EM-undankappingardystinum móti Kekkia seinnapartin, samanborið við liðið, ið varð sent á vøllin fyri trimum døgum síðani ímóti Póllandi.

Mattias Lamhauge verður í mál, og verjuna manna René Shaki Joensen, Odmar Færø, Andrias Edmundsson, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum frá byrjan vera Brandur Olsen, Sølvi Vatnhamar, Jákup Andreasen og Ári Mohr Jónsson, og fremsti maður á føroyska liðnum verður Pætur Petersen.

Eykaspælarar eru Bárður á Reynatrøð, Bjarti Mørk, Jóannes Kalsø Danielsen, Bartal Wardum, Andrass Johansen, Stefan Radosavljevic, Magnus Egilsson, Jóannes Bjartalíð, Hanus Sørensen, Jóan Símun Edmundsson, Klæmint Olsen og Petur Knudsen

Fyrireikingarnar til landsdystin móti kekkum hava havt smávegis avbjóðingar við sær, sæð í ljósinum av, at føroyska ferðalagið orsaka av veðrinum ikki slapp úr Føroyum fyrr enn tíðliga leygarmorgunin.

Men allir í hópinum eru væl fyri og til reiðar at takast við Kekkia, sum á styrkislistanum hjá FIFA er nummar 37 í heiminum.

EM-undankappingardysturin millum Kekkia og Føroyar, sum verður spældur á Doosan Arena, ið er heimvøllurin hjá FC Victoria Plzen, byrjar klokkan 17:00, sum er klokkan 18:00 lokala tíð í Kekkia.