Vikuskifti 1. og 2. november verða fyrstu umførini í Futsalkappingunum 2014/2015 spæld , tá Dreingir U14 og U16 leggja fyri í KÍ-høllini í Klaksvík. Eina viku seinni byrja Dreingir U12 og Gentur U12, U14 og U17 í høllini á Eiði
Komandi vikuskifti, ið er leygardagin og sunnudagin, 1. og 2. november, verður farið undir eitt nýtt kappingarár í Futsal.
Leygardagin 1. november spæla Dreingir U16, og sunnudagin 2. november verður fyrsta umfar í kappingini hjá Dreingir U14.
Eina viku seinni, leygardagin og sunnudagin, 8. og 9. november verða fyrstu umførini hjá Gentur U12, U14 og U17, og Dreingir U12 spæld í ítróttarhøllini á Eiði.
Leygardagin 8. november spæla genturnar, meðan kappingin hjá Dreingir U12 verður bríkslað í gongd sunnudagin 9. november.
Tilsamans 92 lið hava boðað frá luttøku til Futsalkappingina 2014-2015.
Leikskráir og annað í sambandi við Futsalkappingina 2014-2015 sæst HER