Farna vikuskiftið varð næstseinasta umfar í FUTSAL-kappingini henda veturin, spælt í høllini í Hoyvík
Vikuskiftið 9. og 10. februar varð næstseinasta umfar í fyrstu FUTSAL-kapping, sum Fótbóltssamband Føroya hevur skipað fyri í vetur, spælt í høllini í Hoyvík.

Úrslit/støður:
Dreingir U12

Dreingir U14

Dreingir U16

Í finaluumfarinum, sum verður spælt komandi vikuskifti í ítróttarhøllini á Eiði, skulu føroyameistararnir finnast, umframt vinnararnir av B-bólkunum.

Liðini, ið fara at spæla um FM 2012/2013, vera hesi:
Dreingir U12: B36 a, HB a, HB b og EB/Streymur b
Dreingir U14: B36 b, EB/Streymur a, Víkingur a og HB a
Dreingir U16: HB, NSÍ a, Víkingur a og EB/Streymur a

Leygarmorgunum 16. februar verður byrjað kl. 9, tá fyrstu dystirnir hjá Dreingir U12 verða spældir.

Klokkan 15 leygardgain byrja Dreingir U14, og sunnudagin kl. 13 verða fyrstu dystirnir í Dreingir U16.

Eftir at hvør bólkur er liðugt spældur, verður myndatøka og luttøkubræv latið leikarunum.

Fyriskipararnir av FUTSAL-kapping vóna at nógv fólk koma til Eiðis komandi vikuskiftið. Fótbóltssamband Føroya bjóðar kaffe og te og annað gott til tey vitjandi.