Seinasta vikuskiftið varð 6. umfar í FUTSAL-kappingini spælt í ítróttarhøllini á Eiði, eftir at bólkarnir eru skipaðir av nýggjum
Leygardagin og sunnudagin, 26. og 27. januar, varð 6. umfar í FUTSAL-kappingini spælt í ítróttarhøllini á Eiði.
Bólkarnir eru nú skipaðir av nýggjum. Tey sterkari liðini eru í bólki fyri seg, meðan tey veikaru liðini eru í bólki fyri seg.
Soleiðis verður spælt í 6. og 7. umfari, áðrenn finalu-umfarið, sum er tað áttanda, verður spælt 16. og 17. februar, tá høllin á Eiði aftur verður karmur um FUTSAL-kappingina.
Næsta umfar í FUTSAL-kappingini verður spælt í Hoyvíkshøllini, vikuskiftið 9. og 10. februar.
Úrslit og støður eftir umfar 6 kunnu síggjast her:
Dreingir U12