Seinasta vikuskiftið varð 5. umfar í FUTSAL-kappingini spælt í ítróttarhøllini á Kambsdali. Nú verða liðini bólkaði av nýggjum
Leygardagin og sunnudagin, 19. og 20. januar varð ítróttarhøllin á Kambsdali karnur um 5. umfar í FUTSAL-kappingini hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Og nú fimm umfør eru spæld, verða bólkarnir skipaðir av nýggjum. Átta tey sterkastu liðini í hvørjum aldursbólki fara í bólk fyri seg, meðan hini fara í bólk fyri seg, og síðani verða trý umfør spæld afturat. Soleiðis skal finnast fram til føroyameistaran í FUTSAL 2012/2013 fyri Dreingir U12, Dreingir U14 og Dreingir U16.
Næsta umfar í kappingini, sum verður komandi vikuskiftið, verður spælt í ítróttarhøllini á Eiði. Sjeynda umfar verður spælt 9. og 10. februar í Hoyvíkshøllini, meðan áttanda og seinasta umfar í FUTSAL-kappingini eisini verður spælt á Eiði.
Úrslit og støður eftir umfarið á Kambsdali, kunnu síggjast HER, meðan fleiri myndir kunnu síggjast HER.