Eftir trý umfør í Futsal-kappingini hjá dreingjum, er HB fremst í Dreingir U12 og U14, meðan NSÍ er fremst í Dreingir U16
Ítróttarhøllin á Giljanesi var um vikuskiftið karmur um triðja umfar í Futsal-kappingini hjá dreingjum.

Byrjað varð leygarmorgunin kl. 9, tá Dreingir U12 spældu, og seinnapartin vóru tað Dreingir U16, ið kappaðust. Síðani varð hildið fram seinnapartin sunnudagin, tá Dreingir U14 sluppu á vøllin.

Sum heild hevur kappingin í ár gingið væl, men tó hevur okkurt umfar verið darvað av veðrinum. Serliga eru tað liðini, ið mugu ferðast sjóvegis, sum ikki hava kunna luttikið okkurt umfar.

Dreingir U12
Undan 3. umfari hevði HB b í kappingini Dreingir U12 fult stigatal, og aftur hesaferð gjørdu ungu havnamenninir bart, og vunnu allar dystirnar.

Eftir fyrstu trý umførini hevur HB b 27 stig, meðan KÍ a og HB c eru á einum deildum 2. plássi við 21 stigum í part. Nummar 4 er EB/Streymur / Skála a við 19 stigum.

Dreingir U14
Í kappingini Dreingir U14 eru tað eisini teir reyð-svørtu úr Havn, ið eru fremstir. HB a hevur 24 stig eftir fyrstu trý umførini, trý stig frammanfyri TB, ið hevur 21 stig. Nummar 3 er HB c við 19 stigum.

Dreingir U16
Í elsta aldursbólkinum, sum er Dreingir U16, eru runavíkingar komnir best frá byrjan, men tað er kortini rættuliga tætt millum fremstu liðini.

NSÍ a er nummar 1 við 23 stigum, eitt stig frammanfyri KÍ a, sum hevur 22 stig, ið aftur er eitt stig frammanfyri Víking b og 07 Vestur a, ið eru á einum deildum 3 plássi við 21 stigum í part. Nummar 5 í kappingini Dreingir U16 er B68 a við 16 stigum eftir fyrstu trý umførini.

Fjórða umfar í Futsal-kappingini hjá dreingjum verður spælt á Sandi komandi vikuskifti, tá B71 eru vertir.

Øll úrslit og støður frá Futsal-kappingini 2013/2014 kunnu síggjast HER