Komandi vikuskifti verður 2. umfar í Futsal-kappingini fyri dreingir spælt í ítróttarhøllini í Kollafirði
Fyri skjótt tveimum vikum síðani varð fyrsta umfar í Futsal-kappingini 2013/2014 fyri dreingir spælt í KÍ-høllini í Klaksvík, og seinasta vikuskifti varð fyrsta umfar fyri genturnar spælt í høllini á Eiði.

Komandi vikuskifti skulu dreingirnir so aftur í eldin, tá 2. umfar verður á skránni í ítróttarhøllini í Kollafirði.

Dreingir U12

Dreingir U14

Dreingir U16 

Tað er HB, ið er vertur fyri kappingini hesaferð, og verður tí heitt á øll feløg, ið hava melda lið til kappingina, um at venda sær til Futsal-samskiparan hjá HB, Milan Cimburovic, tel. 25 55 51, ella teldupost: [email protected] skjótast tilber, um avboð ella annað í samband við komandi umfar.

Úrslit og støður eftir 1. umfar síggjast HER.