Fjórða umfar í Futsalkappingini fyri Dreingir U14 og Dreingir U16 varð um vikuskiftið spælt í ítróttarhøllini í Runavík. Futsalkappingarnar byrja aftur 10. og 11. januar 2015
Um vikuskiftið varð fjórða og seinasta umfar áðrenn steðgin í Futsalkappingunum spælt í ítróttarhøllini við Løkin í Runavík, og nú verður steðgur í kappingini til 10. og 11. januar 2015.

Leygardagin spældu Dreingir U16, og seinnapartn sunnudagin vóru Dreingir U14 á vøllinum, og hóast illfýsið veður, so var uppmøtingin góð.

Nakrar myndir frá sunnudegnum, tá Dreingir U14 spældu, kunnu síggjast HER.

Úrslitini frá umfarinum í Runavík verða løgd á heimasíðuni so skjótt tey eru klár.

Futsalkappingarnar byrja aftur 10. og 11. januar 2015, tá fimta umfar fyri Dreingir U14 og Dreingir U16 verður spælt á Kambsdali.

Genturnar og Dreingir U12 byrja aftur 17. og 18. januar. Tá verður spælt á Skála.