Føroyska Futsal- liðið, ið næstu dagarnar skal spæla tríggjar dystirnir ímóti Grønlandi, kom á middegi hósdagin til Nuuk
Eftir at hava verið á flogi í góðar fimm tímar, kom føroyska Futsal-liðið tíðliga hósmorgunin til Kangerlussuaq í Grønlandi. Síðani varð aftur fari á flog í ein tíma, við kós ímóti Nuuk, har Grønland og Føroyar um vikuskiftið fara at spæla tríggjar landsdystir í Futsal.

Í grønlendska høvuðsstaðnum tók føroyska hondbóltslegandan úr Vestmanna, Ingi Olsen, ímóti, saman við umboðum fyri grønlendska fótbóltssambandið og grønlendska ítróttarsambandið. Føroysku Futsal-gestirnir búgva á sjómansheiminum í Nuuk, og eisini har hevur móttøkan verið avbera góð.

Eftir at leikararnir høvdu funnið seg til rættis, var venjing á skránni í Inussivik-høllini, har landsdystirnir millum Grønland og Føroyar verða spældir.

Vertirnir gera nógv burtur úr, og millum annað fer KNR, ið er grønlendska kringvarpið, at senda allar dystirnar beinleiðis í sjónvarpinum. Dystirnir verða spældir klokkan 19:30, lokala tíð.

Sum áður nevnt eru grønlendingarnar sera blíðir og fyrikomandi, og í dag eru føroysku Futsal-leikararnir bodnir á vitjan í ráðhúsinum í Nuuk, har borgarstjórin, Asii Chemnitz, er vertur fyri morgunmati, og síðani skipar grønlendska ítróttarsambandið, GÍF, fyri tíðindafundi í GÍF-húsinum.

Tá føroyska ferðalagið kom til Grønland var veðrið gott, men kavi og kalt, eini 10-12 kuldastig. Veðurforsøgnin komandi vikuskiftið boðar annars frá kavaroki og nógvum vindi.