Eftir steðg í ein góðan mánað, verður fimta umfar í FUTSAL-kappingini spælt komandi vikuskiftið, tá spælt verður á Kambsdali
Ítróttarhøllin á Kambsdali verður vikuskiftið 19. og 20. januar karmur um 5. umfar í FUTSAL-kappingunum, sum Fótbóltssamband Føroya hevur skipað fyri í vetur. Kappast verður í aldursbólkunum Dreingir U12, Dreingir U14 og Dreingir U16.
Hetta er samstundis seinasta umfar, áðrenn liðini verða bólkaði av nýggjum. Eftir fimta umfar, verða sterkaru liðið bólkaði fyri seg, og veikaru liðini verða bólkaði fyri seg.
Dreingir U12
Hjá teimum yngstu hevur A-liðið hjá HB mestsum verið einaráðandi higartil, og enn hevur einki annað lið klárað at tikið stig frá teimum reyð-svørtu.
Hinvegin er sera hørð kapping um 2. plássið í kappingini hjá Dreingir U12. Bara fimm stig eru á muni millum nummar 2, Víking, og nummar 6, sum er B-liðið hjá EB/Streymi.
Støðan og úrslit í Dreingir U12 sæst HER
Dreingir U14
Í kappingini hjá Dreingir U14 er NSÍ a nummar 1 við 43 stigum, átta stig meir enn KÍ og HB b, sum liggja á einum deildum 2. plássi við 35 stigum. Nummar 4 er A-liðið hjá HB við 32 stigum.
Støðan og úrsliti í Dreingir U14 sæst HER
Dreingir U16
Meðan tað í hinum báðum aldursbókunum er eitt greitt oddalið, so kann tað sama ikki sigast um kappingina hjá Dreingjum U16.
Eftir fýra umfør er HB fremst við 38 stigum, men bara eitt stig aftanfyri er NSÍ a við 37 stigum, meðan Víkingur a er nummar 3 við 36 stigum. Síðani koma NSÍ b og EB/Streymur a við ávikavist 34 og 31 stigum.
Støðan og úrslit í Dreingir U16 sæst HER