Vikuskiftið 2. og 3. november verður fyrsta umfar fyri dreingirnar, og eina viku seinni, leygardagin 9. november, verður fyrsta umfar fyri genturnar
Seinasta vetur fór Fótbóltssamband Føroya undir skipaðar Futsal-kappingar fyri dreingir. Henda fyrsta kappingin eydnaðist so mikið væl, at kappingin væntadi er komin fyri at verða, og komandi vetur sleppa genturnar eisini upp í part.
Tilsamans 77 lið eru meldaði til Futsal-kappingini 2013-2014, ið byrjar 2. novemver í KÍ-høllini í Klaksvík. 56 lið við dreingjum og 21 lið við gentum.
– Dreingir U12: 20 lið
– Dreingir U14: 20 lið
– Dreingir U16: 16 lið
– Gentur U12: 6 lið
– Gentur U14: 8 lið
– Gentur U17: 7 lið
Fyrsta umfar í Futsal-kappingini 2013-2014 fyri dreingir verður spælt í KÍ-høllini vikuskiftið 2. og 3. november, meðan fyrsta umfar fyri genturnar verður í ítróttarhøllini á Eiði leygardagin 9. november.
Í samband við umfarið í Klaksvík 2. og 3. november, skipar FSF fyri kunnandi fundi á loftinum í KÍ-høllini leygarmorgunin 2. november.
Klokkan 9 verður byrjað við at hyggja eftir fyrstu dystunum í kappingini, við serligum atlitið til dømingina. Síðani verður fundur á loftinum í KÍ -høllini umleið kl. 10, har dømingin og kappingarreglurnar eru á skránni, umframt ymisk onnur praktisk viðurskifti í samband við Futsal-kappingarnar.
Í hesum sambandi verður heitt á øll feløg, ið hava melda lið til Futsal-kappingina 2013-2014, um at møta við í minsta lagi tveimum umboðum til fundin í KÍ-høllini.
Dagar og tíðir, nær leikt verður:
– Dreingir U12: Leygardag kl. 9:00 – 15:00
– Dreingir U14: Sunnudag kl. 13:00 – 19:00
– Dreingir U16: Leygardag kl. 15:00 – 21:00
– Gentur U12: Leygardag kl. 9:00 – 12:30
– Gentur U14: Leygardag kl. 12:30 – 16:00
– Gentur U17: Leygardag kl. 16:00 – 19:15