FSF fer aftur komandi vetur at skipa fyri Futsal-kappingum fyri bæði gentum og dreingjum. Tilmeldingarfreistin er mikudagin 8. oktober
Seinastu tveir vetrarnar hevur Fótbóltssamband Føroya skipað fyri Futsal-kappingum kring landið. Undirtøkan hevur verið góð og komandi vetur fer FSF, í samstarvi við feløgini, aftur at skipað fyri kappingunum.
Hjá dreingjum luttaka U12, U14 og U16, og hjá gentum luttaka U12, U14 og U17.
Árgangirnir eru hesir:
U12 – fødd í 2003 og 2004
U14 – fødd í 2001 og 2002
U16 – fødd í 1999 og 2000
U17 – fødd í 1998 til 2000
Fyrstu umførini í Futsal-kappingunum verða 1. og 2. november, og síðani verður spælt til 7. og 8. februar 2015.
Feløg/lið, ið ætla at luttaka í Futsal-kappingini 2014/2015, skulu útfylla tilmeldingarskjalið og senda tað til [email protected] ella faks 31 90 79.
Tilmeldingarfreistin er mikudagin 8. oktober 2014.
Tað er umráðandi at upplýsa samskipara/kontaktpersón hjá felagnum/liðnum í sambandi við Futsal-kappingina.