Í eini roynd at geva børnum og ungum møguleikan at spæla fótbólt alt árið, fer FSF undir skipaðar FUTSAL-kappingar í vetur
Sum nakað nýtt, fer Fótbóltssamband Føroya undir skipaðar FUTSAL-kappingar í vetur. Við hesum fáa børn og ung møguleikan at spæla fótbólt alt árið.
Kappingin verður skipað eftir FUTSAL-leistinum, tó nakað tillaga vanligum fótbóltsreglum.
Í alt verða átta leikdagar/vikuskiftir á skránni, frá november til februar. Byrjað verður í KÍ-høllini í Klaksvík vikuskiftið 3. og 4. november, og seinasta umfar verður spælt í ítróttarhøllini á Eiði, 16. og 17. februar 2013.
Feløgini kunnu melda fleiri lið til kappingina, har hvør tilmelding er galdandi fyri alla kappingina. Tað merkir, at hvør tilmelding er galdandi fyri allar 8 leikdagarnar/vikuskiftini.
Hendan fyrsta kappingin verður at rokna sum ein royndarkapping, sum í fyrstu atløgu bara verður fyri dreingir í aldurinum 10 til 16 ár.
Eydnast hendan kappingin, verður seinni fari undir skipaðar FUTSAL-kappingar fyri gentur.
Umleið hálvan september verður innbjóðing send feløgunum, og tá verður eisini greitt nærri frá hvussu kappingin verður skipað.
Við hesum vónar Fótbóltssamband Føroya, at ungu leikararnir fáa meira fótbóltsvenjing og fótbóltsspæl, meðan fótbólturin annars liggur stillur um veturin.
Fyribilsskrá:
3.-4. november – KÍ-høllin í Klaksvík
17.-18. november – Høllin á Giljanesi
1.-2. desember – Ítróttarhøllin í Runavík
8.-9. desember – Ítróttarhøllin á Sandi (møguliga á Eiði)
12.-13. januar – Ítróttarhøllin á Kambsdali
26.-27. januar – Ítróttarhøllin í Trongisvági
9.-10. februar – Hoyvíkshøllin
16.-17. februar – Ítróttarhøllin á Eiði