Føroyingarnir fingu eina góða byrjan, men tá avtornaði vunnu grønlendingar 6-2 í næsta Futsal-landsdystinum millum Grønland og Føroyar
Fríggjakvøldið vunnu Føroyar 8-6 ímóti B-liðnum hjá grønlendingum, í fyrsta av trimum Futsal-dystum millum Grønland og Føroyar. Men leygardagin gekk øðrvísi, tá grønlendingar spældu við A-liðnum. Hóast føroyingarnir fingu eina góða byrjan, og vóru frammanfyri 2-1 í hálvleikinum, gekk orkan undan eftir steðgin, og til endans vunnu grønlendingar 6-2.

Tíðliga í dystinum legði Alex Jose dos Santos Føroyar á odda, og síðani fingu grønlendingar reytt kort, ið merkti, at teir næstu tveir minuttirnar, ella til mál varð skorað, skuldi spæla við einum manni færri á vøllinum. Hesa løtuna eydnaðist Føroyum at økja til 2-0 við máli sum Hanus Jacobsen skoraði.

Men sum fráleið byrjaði føroyska orkan at ganga undan. Beint fyri hálvleik minkaðu grønlendingar um munin, og í seinna hálvleiki bar einki til hjá føroyska liðnum, meðan Grønland fekk fimm mál afturat, og til endans vann 6-2.

Triði og seinasti Futsal-dystur millum Grønland og Føroyar á hesum sinni, verður spældur sunnukvøldið kl. 19:30 (22:30 føroyska tíð), og tá skal føroyska liðið aftur royna seg ímóti A-liðnum hjá grønlendingum.