KÍ-høllin í Klaksvík var leygardagin og sunnudagin karmur um fyrsta umfar í FUTSAL-kappingini veturin 2012/2013
Fyrsta umfar í FUTSAL-kappingini varð spælt í KÍ-høllini í Klaksvík leygardagin og sunnudagin.

Leygardagin spældu Dreingir U12 og Dreingir U16, og sunnudagin dystaðust Dreingir U14.

Tilsamans 49 lið úr 13 feløgum eru tilmeldaði kappingarnar, og áðrenn vinnarin í hvørjum aldursbólki verður funnin, skulu íalt átta umfør spælast.

Næsta umfar verður spælt í ítróttarhøllini á Giljanesi 17. og 18. november.

Endamálið við FUTSAL-kappingini er at geva dreingjum í hesum aldursbólkum møguleikan at spæla fótbólt undir skipaðum viðurskiftum alt árið.

Úrslit/støðan Dreingir U12

Úrslit/støðan Dreingir U14

Úrslit/støðan Dreingir U16

Mynd: Eydbii Myndir, Klaksvík