Fyrsta umfar í FUTSAL-kappingini verður í KÍ-høllini í Klaksvík leygardagin og sunnudagin 3. og 4. november
Í eina roynd at geva dreingjum, í aldurinum 10 til 16 ár møguleikan at spæla fótbólt undir skipaðum viðurskiftum alt árið, fer Fótbóltssamband Føroya í vetur at skipa fyri FUTSAL-kappingum. Av praktisku orsøkum verður hendan fyrsta kapping bara fyri aldursbólkarnar Dreingir U12, Dreingir U14 og Dreingir U16. Ætlanin er tó at hava genturnar við veturin 2013/2014.
Spælt verður í ítróttarhallunum kring landið, og nú eina góða viku áðrenn kappingin fer í gongd, hava 13 feløg boðað frá luttøku, ið tilsamans hava tilmeldað 49 lið.
Í Dreingir U12 eru 16 lið tilmeldaði, Dreingir U14 19 lið, meðan 14 lið eru tilmeldaði í kappingini Dreingir U16.
Í alt verða átta umfør spæld. Fyrsta umfar verður í KÍ-høllini í Klaksvík leygardagin og sunnudagin 3. og 4. november, og seinasta umfar verður spælt í ítróttarhøllini á Eiði vikuskiftið 16. og 17. februar 2013.
Skráin sær soleiðis út:
3.-4. november KÍ-høllini
17.-18. november Høllin á Giljanesi
1.-2. desember Høllin í Runavík
8.-9. desember Høllin á Sandi
19.-20. januar Høllin á Kambsdali
26.-27. januar Ógreitt
9.-10. februar Hoyvíkshøllin
16.-17. februar Høllin á Eiði
Best umboðaðu feløgini eru Víkingur, NSÍ, EB/Streymur, B36 og 07 Vestur, sum øll hava tilmeldað 6 lið til FUTSAL-kappingini 2012/2013.
Og sum heild eru fyriskipararnir av kappingini væl nøgdir við áhugan, sum feløgini hava víst tiltakinum.
Endamálið við kappingini er at geva dreingjum í aldurinum 10 til 16 ár, sum hava hug og umstøður, eitt tilboð at spæla fótbólt veturin 2012/2013. Og vónandi kann hetta eisini virka við til, at dreingirnir fótbóltsliga verða fluttir rætta vegin.