Ítróttarhøllin í Runavík og ítróttarhøllin á Sandi vera um vikuskiftið karmur um Futsal hjá bæði gentum og dreingjum
Fleiri dystir í Futsal-kappingum hjá bæði gentum og dreingjum verða spældir um vikuskifti.

Í ítróttarhøllini í Runavík fara Gentur U12, Gentur U14, Gentur U17 og Dreingir U12 at kappast, meðan Dreingir U14 og Dreingir U16 fara á vøllin í ítróttarhøllini á Sandi.

Stórur spenningur er í fleiri av kappingunum, um hvørji lið kunnu spæla seg í finaluumfarið í Futsal-kappingini 2014/2015, og tí er lagt upp til nakrar rættuliga avgerandi dystir komandi vikuskifti.

Leikskráirnar fyri komandi umfør:

Dreingir U12

Dreingir U14

Dreingir U16

Gentur U12

Gentur U14

Gentur U17

Ábyrgdarfelag í Runavík: B68
Kontaktpersónur: Niclas Davidsen, tel. 23 00 22
T-postur: [email protected]

Ábyrgdarfelag á Sandi: B71
Kontakspersónur: Eli Hentze, tel. 22 76 55
T-postur: [email protected]