Oddaliðið í Effodeildini vitjar í Klaksvík, og í Gundadali verður toppdystur millum B36 og ÍF. Í 1. deild hjá kvinnum verða tveir dystir spældir í dag
Fimm spennandi dystir í fremstu deildini hjá monnum eru á skránni í dag, umframt at tveir dystir í 1. deild hjá kvinnum eisini verða spældir seinnapartin.

Effodeildin
Í Gundadali í Havn verður toppdystur í Effodeildini, har føroyameistararnir úr B36 taka ímóti ÍF. Bæði liðini hava fingið eina góða byrjan upp á nýggja kappingarárið, við tveimum sigrum eftir fyrstu tvey umførini.

Í Klaksvík skal oddaliðið HB royna seg ímóti KÍ. Teir reyð-svørtu hava eisini fingið eina flúgvandi byrjan, og liggja eftir tvey umfør fremst í Effodeildini við 6 stigum, og málmuninum +5.

Klaksvíkingar hava hinvegin bara fingið eitt stig higartil, sum KÍ fekk á útivølli móti EB/Streymi í 1. umfari.

Hinir tríggir dystirnir í Effodeildini í dag verða spældir í Sarpugerði, har Víkingur fær vitjan av B68, við Løkin í Runavík, har TB vitjar NSÍ, og við Margáir, har EB/Streymur og TB bresta saman.

Allir dystirnir í Effodeildini byrja kl. 15:00.

1. deild kvinnur
Umframt at fult umfar er í bestu deildini hjá monnum, eru tveir dystir í 1. deild hjá kvinnum eisini á skránni í dag.

Í Havn spæla B36 og ÍF, og í Klaksvík taka føroyameistararnir KÍ ímóti FC Suðuroy.
Dysturin í Gundadali byrjar kl. 17:15, meðan dysturin við Djúpumýru verður bríkslaður í gongd kl. 12:45.

Støðan í Effodeildini

Støðan 1. deild kvinnur