Smyril Line verður høvuðssponsor hjá føroyskum kvinnulandsliðum. Avtalan skapar grundarlag fyri, at kvinnurnar fáa somu dagpengar sum menninir
Á árliga aðalfundinum hjá Fótbóltssambandi Føroya, sum varð hildin í FSF-húsinum í Havn leygardagin 17. februar, undirskrivaðu Smyril Line og Fótbóltssamband Føroya stuðulsavtalu, sum inniber, at Smyril Line verður høvuðsstuðul hjá føroysku kvinnulandsliðunum.
– Vit eru ovurfegin um hesa avtalu. Vit fara at nýta pengarnar til at seta ferð á ætlanirnar um fulla javnstøðu millum menn og kvinnur á A-landsliðunum, soleiðis at menn og kvinnur fáa somu dagpengar, tá tey eru við bestu landsliðunum, sigur Christian F. Andreasen, forseti í FSF.
Fótbóltur fyri kvinnur hevur fremstu raðfesting í langtíðarætlanunum hjá FSF. Í strategiini, sum aðalfundurin samtykti í fjør, er ætlanin at leggja munandi afturat verandi spælarum og at røkka nýggjum málum við landsliðunum.
– Neyvan nakra aðrastaðni innan føroyskan ítrótt eru møguleikarnir so stórir sum innan kvinnufótbólt. Smyril Line er ein fyritøka, sum arbeiðir á nógvum miðum við denti á at royna ótroyttar møguleikar. Tað er fongur í hjá okkum at gera eina avtala, sum ger mun og stuðlar væl og breitt innan føroyskan fótbólt, sigur Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarstjóri hjá Smyril Line.
Full ferð á
Nýggja sponsorsavtalan varð undirskrivað á 40. aðalfundinum hjá Fótbóltssambandi Føroya. Christian F. Andreasen umrøddi á fundinum, at ikki minst fíggjarliga verður nógv meira orka nýtt til kvinnur í fótbólti.
– Vit kunnu gera okkum skjótari galdandi hjá kvinnum, enn vit hava gjørt hjá monnum. Í løtuni eru stórar avbjóðingar, men vit leggja nógv fyri at skapa grundarlagið fyri at seta ferð á menningina, og vit fara at skapa munandi úrslit, sigur Christian F. Andreasen.
Smyril Line verður saman við Betri sjónligt á nýggju búnunum hjá teimum fýra kvinnulandsliðunum, sum verður almannakunngjørdur í næstum. Men ætlanin við nýggju sponsoravtaluni er fyrst og fremst at stimbra menningini av kvinnufótbólti og at fáa fleiri gentur og at spæla fótbólt.
– Landsliðini eru ein sýnisgluggi úti í heimi, sum skapa okkum umrøðu sum ferðavinnuland. Men virðið á landsliðunum er ikki minst, at vit í felag stuðla einum skipaðum leisti við ungdómslandsliðum, har vit gera nakað burturúr at skapa umrøðu og áhuga í Føroyum, sigur Henny á Líknargøtu.
Nýggja sponsoravtalan millum FSF og Smyril Line er galdandi til 1. mars 2021.
Myndir: Hans Erik Danielsen