Vegleiðing um flytan av dysti

Høvuðsreglan er, at dystir skulu spælast eftir løgdu leikskránni, og tað skal vera undantakið sum ger, at dystir vera fluttir.

Dystir í Betri Deildini hjá monnum og í Betri Deildini hjá kvinnum verða framyvir ikki fluttir, uttan heilt serligar orsøkir, sum t.d. tá talan er um deyðsføll ella jarðarferðir.

Tað er IKKI ein serlig orsøk, at ein ella fleiri leikarar eru burturstaddir ella ikki eru tøkir til dyst.

Tá talan er um dystir har Fótbóltssamband Føroya ásetur dómarar, skal flytingarskjalið nýtast. Flytingarskjalið skal verða undirskrivað av feløgunum og av dómaranum, um hesin er ásettur, áðrenn skjalið verður sent til FSF.

Flytingarskjalið skal vera FSF í hendi í seinasta lagið 7 dagar áðrenn ásetta leikdagin.

Nýggjur leikdagur – við klokkutíð – skal vera skrivaður á flytingarumbønina, so eingin ivi er um, nær nýggjur leikdagur er.

Tá talan er um framskundan av dysti, skal FSF hava fráboðanina í seinasta lagi 7 dagar áðrenn nýggja leikdagin.

Haldgóð grundgeving fyri flyting av øllum dystum skal skrivast á skjalið. Undantøk frá tíðarfreistini vera einans gjørd, tá talan er um deyðsføll, jarðarferðir ella heilt serligar umstøður.

Tað er IKKI ein serlig orsøk, at ein ella fleiri leikarar eru burturstaddir og tí ikki eru tøkir til dyst.

Til hinar deildirnar skal tað verða avtalað frammanundan millum feløgini, um dystur verður fluttur/útsettur, og tað skal verða skrivliga váttað av báðum pørtum, áðrenn upprunaliga ásetta leikdagin, eins og tann nýggi leikdagurin skal skrásetast beinanvegin í Comet-skipanini.

Dystir frá fyrru hálvu eiga ikki at flytast yvirum summarsteðgin, og allir dystir skulu verða spældir, áðrenn seinasta leikdag í eini lagdari kapping, bæði í innleiðandi og í endaumførum.

Boðast skal frá, at Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya framyvir ikki viðgerð flytingar av dystum, um omanfyri nevndu treytir ikki eru loknar.

Elektroniskt skjal í samband við flytan av dystum finst undir Oyðubløð á heimasíðuni, www.FSF.fo.

———

Dagført: 15. august 2022