Lýsing á leik- og venjingarbúna

Við heimild í grein 30, stk. 4 í Kappingarreglunum fyri Fótbólt, ásetur Fótbóltssamband Føroya hesar reglur fyri lýsing á leik- og venjingarbúnum:

———

Grein 1

Loyvt er at hava lýsingar á leik- og venjingarbúnum.

———

Grein 2

Í høvuðsheitum gera felag og lýsari av hvar lýsingin verður sett, men tað skal tó altíð takast hædd fyri, at nummarið á leikbúnanum (leiktroyggju/brókum) ikki verður órógvað av lýsing, til ampa fyri dómara, hjálpardómara og fjølmiðlar.

———

Grein 3

Lýsingar mugu ikki vera ørkymlandi fyri dómarar ella mótleikarar.

———

Grein 4

Er lýsing og / ella navn á leikara á leikbúna aftan, er ynskiligt at hæddin á nummarinum í minsta lagi er 28 cm, víst verður tó til grein 30, stk. 3 í kappingarreglunum fyri fótbólt.

———

Grein 5

Lýsingar av politiskum-, átrúnaðarligum- og ósømuligum slag eru ikki loyvdar.
Lýsingar skulu altíð fylgja landsins lógum.

———

Grein 6

Vist verður eisini til tað eina og hvøja verandi “UEFA Kit Regulations”, og annars tær til einahvørja tíð galdandi ásetingar hjá UEFA og FIFA.

———

Grein 7

Kunngerð frá 19. mai 1998 um lýsing á leik- og venjingarbúnum verður samstundis sett úr gildi.