Góðkenning av yrkisleikaraavtalum

Rundskriv nr. 1 (2016) frá Starvsnevnd FSF´s
(Um góðkenning av yrkisleikaraavtalum)

Starvsnevndin hevur við heimild í grein 18, stk. 4 í Kappingarreglunum fyri fótbólt ásett:

§ 1. Nýggj yrkisleikaraavtala
Stk. 1. FSF hevur kunngjørt feløgunum, at frá 17. mars 2016 at rokna, ber einans til at gera leikaraavtalur við yrkisleikarar, og at møguleikin at gera leikaraavtalu við áhugaleikarar fellur burtur.

Stk. 2. Verandi leikaraavtalur, sum feløgini frammanundan hesum degi hava gjørt við leikarar, verða verandi í gildi til tær ganga út ella verða uppsagdar.

Stk. 3. Allar nýggjar yrkisleikaraavtalur skulu gerast við at nýta nýggju FSF standard yrkisleikaraavtaluna, ið er at finna á føroyskum og enskum máli á heimasíðu FSF´s.

§ 2. Innlating
Stk. 1. Nýggjar yrkisleikaraavtalur kunnu einans latast inn teldutøkar til skrivstovu FSF´s, sum innskannað skjal sendar til teldupost: [email protected]. FSF skrivstovan váttar í telduposti fyri móttøku.

Stk. 2. Umbøn um góðkenning av yrkisleikaraavtalu skal umbiðjast í seinasta lagi 3 vanligar yrkadagar, áðrenn felagið ætlar at brúka yrkisleikaran í kapping, og FSF skrivstovan avgreiðir í útgangsstøðinum einans góðkenning av yrkisleikaraavtalum í tíðarskeiðnum frá kl. 09.00 til kl. 16.00 vanligar yrkadagar.

Stk. 3. Tó ber til at umbiðja góðkenning av yrkisleikaraavtalu uttanfyri nevndu tíðarskeið í stk. 2, og verður avgreiðslugjald áljóðandi kr. 2.000,00 tá at rinda til FSF.

§ 3. Góðkenning
Stk. 1. FSF skrivstovan metir um innsenda yrkisleikaraavtalan er innlatin fullfíggjað, og eftirkannar um allir teigar eru rætt útfyltir og um yrkisleikaraavtalan er undirskrivað av viðkomandi pørtum. Um mett verður, at yrkisleikaraavtalan lýkur treytirnar fyri innlating, so verður hon góðkend og fylgjandi upplýsingar verða lagdar út á heimasíðu FSF´s:

1) navn á felag og yrkisleikara, og

2) avtalutíðarskeið.

Stk. 2. Um FSF skrivstovan metir, at innsenda yrkisleikaraavtalan er innlatin ófullfíggjað, so fær felagið fráboðan um hetta umvegis teldupost, og fær samstundis upplýst hvørjar upplýsingar, ið tørva fyri at FSF skrivstovan skal kunna góðkenna yrkisleikaraavtaluna.

Stk. 3. Viðurskifti sum koma undir ásetingina í stk. 2 um ófullfíggjaða innlating eru:

1) um broytingar eru gjørdar í standardtekstinum í yrkisleikaraavtaluni;

2) um ásetingar í yrkisleikaraavtaluni eru strikaðar;

3) um fylgiskjøl eru løgd við yrkisleikaraavtaluni (fylgiskjøl eru ikki loyvd);

4) um viðkomandi teigar í standard yrkisleikaraavtaluni ikki eru útfyltir ella eru skeivt útfyltir;

5) um síðurnar í standard yrkisleikaraavtaluni ikki eru undirskrivaðar og váttaðar av viðkomandi pørtum, herundir leikaranum, felagnum, foreldur/verja (har hetta er viðkomandi), og av millummanni (Intermediary) um partarnir hava nýtt ein millummann í samband við avtaluna; og

6) onnur viðurskifti, ið sambært ítøkjuligari meting í hvørjum einstøkum føri kunnu hava við sær at innsenda yrkisleikaraavtalan kann metast at verða ógreið ella ófullfíggjað.

Stk. 4. Yrkisleikaraavtala sum er innlatin ófullfíggjað kann ikki góðkennast fyrr enn felagið hevur latið inn nýggja yrkisleikaraavtalu sum lýkur treytirnar fyri innlating.

§ 4. Gildiskoma og kærur
Stk. 1. Hetta rundskriv er samtykt av Starvsnevndini í Fótbóltssambandi Føroya tann 31. mai 2016, og kemur í gildi beinanvegin.

Stk. 2. Felag og/ella leikari kunnu kæra avgerðina hjá FSF skrivstovuni um at nokta at góðkenna yrkisleikaraavtalu, og verða allar kærur hesum viðvíkjandi viðgjørdar samsvarandi reglunum hjá Aganevndini í FSF.

Tórshavn, 31. mai 2016

Vegna Starvsnevndina

Virgar Hvidbro
Aðalskrivari FSF’s