WU16/WU17-landsliðsvenjari

Landsliðsvenjari til at menna og varða av U16- og U17-landsliðunum við gentum

Ynskir tú at vera við til at menna okkara ungu fótbóltsleikarar? Hevur tú áhuga í at arbeiða við nøkrum av bestu og ágrýtnastu ungu leikarunum í Føroyum? Og vil tú verða partur av einum eldhugaðum toymi av venjarum og mennarum? So er landsliðsvenjarastarvið hjá WU16/WU17 tað rætta fyri teg.

Um starvið – Landsliðsvenjari við tøttum tilknýti til leikararnar
Fótbóltssamband Føroya (FSF) hevur í fleiri ár havt skipað landsliðsarbeiði fyri ávikavist U15- og U17-landslið. Men í næstum verður farið undir at víðka virksemið til eisini at umfata eitt U16-landslið og geva enn fleiri leikarum landsliðsroyndir.

Nýggi landsliðsvenjarin verður venjari hjá bæði WU16- og WU17-landsliðunum. Uppgávan verður, umframt venjingar, venjingarlegur og dystir, at fylgja leikarum í hesum aldursbólkum neyvt og hava regluligt samskifti við avvarandi venjarar í feløgunum.

Starvið krevur nógva ferðing, bæði innan- og uttanlands, umframt kvøld- og vikuskiftisarbeiði. Tú kemur í stóran mun at arbeiða sjálvstøðugt, við at skapa eina menningartilgongd fyri leikararnar ígjøgnum venjingar og altjóða kappingar, men tú gerst eisini partur av einum sterkum toymi í fótbóltsdeildini hjá FSF, har góður møguleiki er fyri fakligari menning og sparring, undir leiðslu av tekniska stjóranum.

Ein av fremstu uppgávunum hjá landsliðsvenjaratoyminum, er at lyfta støðið á leikarunum, bæði sum einstaklingar og í samspæli við liðfelagarnar. Vit menna fótbóltsleikarar, geva teimum altjóða royndir og brynja tey ungu til at klára seg í einum kappingarumhvørvi – í tøttum samstarvi við venjararnar í feløgunum.

Um teg
Vit ímynda okkum, at tú
– hevur UEFA A venjaraútbúgving
– hevur aðra viðkomandi útbúgving
– brennur fyri at menna føroyskan fótbólt
– er fús/ur at laga teg eftir teimum arbeiðsumstøðum, sum starvið ber við sær
– hevur royndir við ungdómsarbeiði
– hevur góð samstarvsevni
– er væl skipað/-ur
– dugir at samskifta skrivliga og munnliga á føroyskum, donskum og enskum
– hevur telduførleikar á brúkarastigi
– hevur koyrikort

Um okkum
Fótbóltssamband Føroya, FSF er landsins størsta ítróttarsamband. Vit eru fótbóltsins samband og okkara aðalmál er, at fótbóltur er fyri øll – Alt árið – Alt lívið.

Vit arbeiða við eldhuga fyri, at tað skal vera lætt hjá øllum at spæla fótbólt – uttan mun til kyn, aldur ella førleikar. Vit vilja hava enn fleiri at spæla fótbólt, so vit bæði kunna spæla fyri teimum góðu úrslitunum, samstundis sum vit spæla fyri rørslu og fólkaheilsu, við sannføring um, at fótbóltur borgar fyri gleði, trivnaði og felagskapi.

Hevur tú spurningar til starvið?
Um tú hevur spurningar í sambandi við starvið, kanst tú venda tær til Pætur S. Clementsen, tekniska stjóra, á telefon 29 19 64 ella um teldupost [email protected].

Løn og treytir
Talan kann bæði verða um fulltíðar ella parttíðar starv. Tó verður væntað, at landsliðsvenjarastarvið verður títt høvuðsstarv.

Lønin verður sambært avtalu.

Soleiðis søkir tú
Send umsókn við prógvum, viðmælum og lívsrensli til Pætur Smith Clementsen, [email protected]. Freistin at søkja er fríggjadagin 11. november 2022.