Fótbóltssamband Føroya gjørdist í gjár vinnari av stórari lýsingakapping, sum UEFA skipar fyri
Eina ferð um árið verða umboð frá teimum 53 fótbóltssambondunum í Europa boðin til verkstovu, sum UEFA skipar fyri. Verkstovan, sum hevur fyrilestrar og workshops av ymsum slagi, endar við handan av heiðurslønini til tað fótbóltssambandið, ið hevur gjørt besta kreativa lýsingaátakið.

Í ár gjørdist Fótbóltssamband Føroya vinnarin av hesi heiðurslønini frá UEFA. FSF hevur gjørt lýsingarátak, har sambandið sóknast nýggjum dómarum. Lýsingarnar hava enn ikki verið í bløðum ella í sjónvarpi, men Fótbóltssamband Føroya hevur tó brúkt lýsingarnar á eitt nú heimasíðuni, www.fsf.fo.

Upprunaliga er tað Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya, ið eigur hugskotið til lýsingarnar, sum síðani er gjørt í samstarvi við Tróndur Vatnhamar og Heinesen Myndir.

Í dómsnevndini, sum velur besta kreativa lýsingaátakið, sita leiðarar og stjórar innan marknaðarførslu frá eitt nú Heineken, UEFA og stórum lýsingastovum.

Tróndur Vatnhamar, sum arbeiðir við marknaðarførslu hjá FSF, fegnast um heiðurin.

– Hetta svarar til Oscar-heiðurslønirnar í fótbólti og marknaðarførslu, og vit eru ógvuliga errin av at kunna vinna á hinum londunum, sum eisini høvdu góð lýsingaátøk, sigur Tróndur Vatnhamar.

Hann heldur hetta hava stóran týdning fyri føroyskan fótbólt.

– Vit verða nokk ongantíð heimsmeistarar í fótbólti, men við hesum vísa vit, at vit kunnu gera okkum galdandi upp á aðrar mátar og framvegis markera okkum innan fótbóltsheimin, sigur Tróndur Vatnhamar.

Umframt heiðurin fær Fótbóltssamband Føroya eina uttanlandsferð, har umboð frá felagsskapinum kunnu fara at vitja eitt annað fótbóltssamband ella eina lýsingastovu, og harvið fáa íblástur til lýsingarátøk.

Tesktur: portal.fo og fsf.fo


Kristian Dam Ziska, varaaðalskrivari, og Tróndur Vatnhamar, Marknaðarleiðari


Lýsingar, ið vunnu heiðurslønirnar frá UEFA