VIDEO: Mikukvøldið spældu Víkingur og NSÍ framskundaða dystin, sum eftir ætlan skuldi verði spældu 27. august. Her ber til at síggja málini, ið endaði 3-1 til Víking
Við 3-1 sigri á NSÍ mikukvøldið, hevur Víkingur nú av álvara blandað seg í oddastríðið í EFFO-deildini.
Dysturin skuldi eftir ætlan verðið spældur hósdagin 27. august, tá 23. Umfar í EFFO-deildini er á skránni, men av tí at júst NSÍ og Víkingur skulu spæla finaluna um Løgmanssteypið tveir dagar seinni, varð avgjørt at framskunda dystin.
Í FSF Varpinum niðanfyri eru málini úr dystinum millum Víking og NSÍ. Finnur Justinussen, Andreas Lava Olsen og Sølvi Vatnhamar gjørdu málini fyri Víking, meðan einsamalla málið hjá NSÍ skoraði toppskjúttin í EFFO-deildini, Klæmint A. Olsen.