Video: Her ber til at síggja øll málini í 18. umfari í EFFO-deildini.
Mánakvøldið spældu Víkingur og EB/Streymur seinasta dystin í 18. umfari í EFFO-deildini. Og tað man vera langt síðani, at so fá mál eru skotin í einum og sama umfari í fremstu deildini hjá monnum.

Niðanfyri ber til at síggja tey seks málini, ið vórðu gjørd farna umfar, umframt bjargingina hjá Tórði Thomsen, tá Klæmint A. Olsen royndi seg úr ellivu metrum.