VIDEO: Við 1-0 sigri á Víkingi, styrkti B36 um støðuna sum oddalið í EFFO-deildini. Her eru øll málini í 22. umfari í fremstu deildini hjá monnum

Við 1-0 sigri á Víkingi, styrkti B36 um støðuna sum oddalið í EFFO-deildini.

Í FSF Varpinum hesaferð eru øll málini í 22. umfari í fremstu deildini hjá monnum, sum varð spælt sunnudagin.

Fyrstu dystir í 23. umfari verða spældir longu hósdagin, 27. august. Í Havn verður grannauppgerð millum HB og B36, meðan KÍ fær vitjan av AB. Sunnudagin spæla EB/Streymur og FC Suðuroy, og í Trongisvági møtast TB og ÍF.

Komandi leygardag hittast NSÍ og Víkingur í finaluni um Løgmanssteypið.