Tilsamans 27 mál vórðu skoraði í teimum fimm dystunum í 19. umfari í EFFO-deildini. Í FSF Varpinum hesaferð ber til at síggja øll málini
19. umfar í EFFO-deildini varð skotið í gongd longu fríggjadagin, tá KÍ og Summarfestivalurin tóku ímóti Skála. Úrslitið gjørdist ein knúsandi 5-0 sigur til klaksvíkingar.

Hinir fýra dystirnir blivu spældir sunnudagin, og tá vórðu úrslitini hesi: NSÍ – ÍF 7-1, B36 – AB 2-1, Víkingur – B68 5-1 og HB – TB 4-1.

Í FSF Varpinum ber til at síggja øll 27 málini, ið vórðu skoraði farna umfar.