HB vann oddadystin í Betri Deildini, og við sigri á AB, vann 07 Vestur sín næsta dyst í ár. Her eru øll málini í 18. umfari í fremstu deildini hjá monnum

Fríggjadagin vórðu fyrstu dystirnir í 18. umfari í Betri Deildini hjá monnum spældir. Í Klaksvík tók KÍ ímóti HB, og í Havn dystaðust B36 og EB/Streymur. Úrslitið í oddabrakinum millum KÍ og HB gjørdist 1-0 til HB, og í Havn endaði við javnleiki 2-2.

 

Sunnudagin vóru tríggir dystir á skránni. NSÍ vann 1-0 á heimavølli móti TB/FCS/Royn, og á Skála fór gestirnir úr Víkingi avstað við øllum stigunum. Úrslitið gjørdist 2-0 til Víking. Fimti dysturin var á Dungasandi í Sørvági, har 07 Vestur vann tepran 1-0 sigur á AB.

 

Í FSF Varpinum niðanfyri ber til at síggja øll málini, sum vóru skoraði í 18. umfari.