Sjónvarping úr FSF-húsinum frá tíðindafundi hjá Lars Olsen í sambandi við landsliðsúttøku til dystirnar ímóti Norðurírlandi og Ungarn
Mikukvøldið 1. oktober skipaði Lars Olsen, landsliðsvenjari fyri tíðindafundi í FSF-húsinum. Venjarin setti navn á teir 23 leikararnir, sum eru úttiknir til EM-undankappingardystirnar ímóti Norðurírlandi og Ungarn.
Dystirnir verða á Windsor Park í Belfast leygardagin 11. oktober, og týsdagin 14. oktober á Tórsvølli.
Síðani tíðindafundin hevur Jóhan Troest Davidsen givið avboð, og í hansara stað er komin Heini Vatnsdal úr HB.