Her ber til at síggja dystin ímillum HB og FC Levadia Tallinn, sum estlendska liðið vann 2-0. Samanlagt vann FC Levadia Tallinn 3-1, og fer sostatt víðari í kappingini

Hósdagin spældi HB seinna dystin í fyrsta undanumfari í UEFA Europa League. Mótstøðuliðið var estlendska, FC Levadia Tallinn, og eftir at fyrri dysturin endaði við javnleiki 1-1, vóru góðar vónir til, at HB skuldi vinna seg víðari í kappingini. Men tá avtornaði vunnu estar 2-0.

Í FSF Varpinum niðanfyri ber til at síggja allan dystin.

 

Frásøgumaður: Leivur Frederiksen, Kringvarp Føroya.

Fotografur: Rúni Dam.

Tøkningur: Búgvi Øster.