Tróndur Arge og Jóannes Jakobsen meta um dystin ímillum Rumenia og Føroyar, sum verður á Ilie Oana Stadion í Ploiesti sunnudagin 29. mars
Søguligt FSF Varp. Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur FSF Varpið verið á útlendskari jørð.

Fyrsti landsdystur í ár hjá føroyska A-landsliðnum við monnum verður á útivølli ímóti Rumenia sunnudagin 29. mars klokkan 17:00 føroyska tíð.

FSF Varpið hesaferð er sjónbandð í Ploiesti í Rumenia, har Tróndur Arge og Jóannes Jakobsen meta um dystin, og um umstøðurnar í samband við undankappingardystin ímillum Rumenia og Føroyar.