Hesaferð er FSF Varpið fari til Margáir í Streymnesi, har Sigvald Zachariassen er gestur í sendingini

Sjónvarpsstovan í FSF-húsinum er skift út við felagshølini hjá EB/Streymi við Margáir, og gesturin hesaferð er fyrrverandi formaðurin í fótbóltsfelagnum í sundalagnum, Sigvald Zachariassen.

Prátað verður eitt sindur um søguna hjá felagnum, gongdina hjá EB/Streymi í Effo-deildini higartil í ár, og har afturat metir Sigvald Zachariassen um 5. umfar í fremstu deildini hjá monnum, sum er á skránni Skírisdag, hósdagin 17. apríl.

 

5. umfar, Skírisdag, hósdagin 17. apríl:

KÍ – AB, kl. 15:00
B68 – B36, kl. 15:00
HB – NSÍ, kl. 15:00
Skála – Víkingur, kl. 16:00
ÍF – EB/Streymur, kl. 18:30