Landsliðið hevur havt sína seinastu venjing undan dystinum ímóti Lettlandi. Eftir venjingina hitti FSF Varpið hjálparvenjarin, annan av fysioterapeutunum og Sølva Vatnhamar

Fríggjakvøldið 7. oktober klokkan 19:45, føroyska tíð, spæla Lettland og Føroyar á Skonto Stadion í Riga í Lettlandi.

Eitt gott samdøgur áðrenn dystin vandi føroyska landsliðið á leikvøllinum, har dysturin skal spælast.

Eftir venjingina hitti FSF Varpið Jóannes Jakobsen, Álv Hansen og Sølva Vatnhamar.