VIDEO: Tilsamans 17 mál vórðu skoraði í teimum fimm dystunum, tá 14. umfar í EFFO-deildini varð spælt fríggjakvøldið. Her ber til at síggja øll málini

Við sigrum á ávikavist 07 Vestur og ÍF, halda Víkingur og KÍ fast um oddasessirnar í EFFO-deildini. Fríggjakvøldið varð fult umfar í fremstu deildini hjá monnum, og tilsamans 17 mál vóru skoraði í teimum fimm dystunum.

 

Á Dungasandi í Sørvági vann Víkingur 4-2 á 07 Vestur, og í Fuglafirði vunnu klaksvíkingar 4-1 á ÍF. B36 vann tepran 2-1 sigur á EB/Streymi við Margáir, meðan Skála stóð fyri stóra yvirraskilsinum hesaferð við at vinna 2-1 á NSÍ. Fimti dysturin, sum var ímillum TB/FCS/Royn og HB endaði við málleysum javnleiki.

 

Steðgur verður nú í EFFO-deildini í ein lítlan mánað, áðrenn hol verður sett á seinnu hálvu, sum byrjar 21. juli, tá Víkingur tekur ímóti ÍF. 22. juli spæla 07 Vestur og NSÍ, meðan dystirnir 23. juli eru B36 – Skála, KÍ – TB/FCS/Royn og EB/Streymur – HB.

 

Í FSF Varpinum ber til at síggja øll málini í 14. umfari í EFFO-deildini.