Mikukvøldið vóru tveir dystir á skránni í fremstu deildini hjá kvinnum. NSÍ og HB spældu javnleik 4-4, og í Klaksvík vann KÍ 6-1 á EBS/Skála. Øll málini síggjast í FSF Varpinum

——————

KÍ heldur rimmarfast um oddasessin í Betri Deildini hjá kvinnum. Farna mikukvøld vunnu klaksvíkskvinnur 6-1 á EBS/Skála, og vunnu harvið sín trettandi sigur á rað, út av 13 møguligum.

Við Løkin í Runavík tók NSÍ ímóti HB, og her gjørdist talan eisini um ein málríkan dyst. Úrslitið bleiv javnleikur 4-4, eftir 2-2 í hálvleikinum.

Stigatalvan / Betri Deildin kvinnur

Í FSF Varpinum ber til at síggja øll 15 málini, sum vórðu skoraði í teimum báðum dystunum, sum blivu spældir farna mikukvøld.