Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssamband Føroya, er valdur í yvirkærunevndina hjá FIFA, nevnd Appeal Committee

Sum liður í broytingunum í reglugerðini hjá FIFA, hevur altjóða fótbóltssamgongan avgjørt, at hvørt limaland skal í minsta lagi hava ein nevndarsess í onkrum av undirnevndunum hjá FIFA.

Í samband við val av undirnevndum, sum er farið fram eftir seinasta aðalfundin í FIFA, er forsetin í Fótbóltssambandi Føroya valdur sum limur í Appeal Committee.

Yvirkærunevndin hjá FIFA er hægsti kærumyndugleiki innan FIFA. Nevndin tekur støðu til kærur av málum, sum hava verið viðgjørd í aganevndini og í etisku nevndini. Talan er um eina týðandi nevnd, sum ofta tekur støðu til mál av stórum principiellum tydningi og sum ofta fáa nógva umrøðu.

FSF-forsetin fegnast um nýggja nevndarsessin.

– Seinastu fýra árini hava Føroyar ikki havt nakran nevndarsess í FIFA. Tí eru vit sjálvandi fegnir yvir, at vit umsíðir aftur eru patur av nevndararbeiðinum í altjóða fótbóltssamgonguni. Nýggi nevndarsessurin gevur okkum møguleika at gerast meira sjónligari í FIFA og harvið fáa vit eisini størri ávirkan, sigur Christian Andreasen, í stuttari viðmerking.

Í dag eru 208 lond limir í FIFA.