Eftir at FSF stuðlaði feløgunum í Effodeildini í fjør við tilsamans 100.000 krónum, er nú avgjørt at lata stuðul til hini feløgini eisini

Í samband við at Fótbóltssamband Føroya stuðlaði feløgunum, ið vóru umboðaði í Effodeildini í 2012, við tilsamsns 100.000 krónum, høvdu umboð fyri hini feløgini ynski um, at FSF javnstillaði feløgini, og veittu feløgunum, sum ikki spældu í fremstu deildini í fjør, eisini ein stuðul á 10.000 krónur í part.

Málið var fyri á starvsnevndarfundi 13. mai, og tá bleiv samtykt, at stuðla feløgunum, ið ikki luttóku í Effodeildini í 2012, við 7.500 krónum í part.

Feløgini, ið sostatt fáa henda stuðul, eru AB, 07 Vestur, Skála, B71, Undrið FF, Giza, FC Hoyvík, MB og Royn.

Trygvi avloysir Niklas
Á seinasta starvsnevndarfundi varð eisini samtykt, at Trygvi Mortensen verður nýtt umboð fyri Fótbóltssamband Føroya í Grunninum Tórsvøllur.

Trygvi Mortensen avloysir harvið Niklas á Líðarenda, sum hevur umboðað Fótbóltssamband Føroya í hesum grunni seinastu árini.