Í samband við NM-kappingini fyri U17-landslið, sum verður í Føroyum 5. til 11. august, skipar Fótbóltssamband Føroya fyri FSF Street Cup, ið er fyri gentur og dreingir í aldurinum 6 til 11 ár
Í døgunum 5. til 11. august verður Fótbóltssamband Føroya vertur fyri árliga NM-kappingini fyri U17-landslið við dreingjum. Luttakandi londini eru Ísland, Føroyar, Noreg, Svøríki, Finnland og Danmark, umframt Norðurírland og Kina, ið eru við sum gestalond.
Men tað eru ikki bara U17-dreingirnir, ið sleppa at vísa sínar fótbóltseginleikar, meðan NM er á skránni. Teir dagarnar, tá dystir í bólkaspælinum verða spældir, fer Fótbóltssamband Føroya at skipa fyri FSF Street Cup 2018, sum er fyri gentur og dreingir í aldurinum 6 til 11 ár.
FSF Street Cup verður skipað sum upphiting til landsdystirnar hjá føroyska U17-liðnum, sum í bólkaspælinum skal spæla móti Íslandi, Norra og Kina. Tá vinnararnir í teimum ymisku aldurbólkunum eru funnir, fara A-landsliðsspælarar at skriva autografar, og eisini verður skipað fyri andlitsmáling, áðrenn fari verður inn á Tórsvøll at stuðla U17-dreingjunum.
Skráin
5. august
U7 Gentur og dreingir (tilmeldingarfreist 3. august)
7. august
U9 Gentur og dreingir (tilmeldingarfreist 5. august)
9. august
U11 Gentur og dreingir (tilmeldingarfreist 7. august)
Tað er ókeypis at luttaka, og øll sum eru við, fáa ókeypis sunkist og frukt, tá tey hava spælt sínar dystir. 4 leikarar eru á hvørjum liði, og loyvt er at hava ein skiftisleikara. Leikararnir á vinnandi liðunum fáa hvør sína Macron landsliðstroyggju.
Tilmeldingin fer fram við at senda teldupost til [email protected]