Í døgunum 22. og 23. november verður skipað fyri skeiði fyri fólki, sum hava áhuga í at vera vaktir til bæði altjóða- og føroyskar fótbóltsdystir
Skeiðið, ið verður hildið í FSF-húsinum í Havn fríggjadagin og leygardagin, 21. og 22. november, er eitt sonevnt “UEFA Steward Course”, og er býtt upp í fleiri partar.
Millum annað verða hesi evni umrødd
– At vera Steward (enska orðið fyri vaktarfólk til dyst)
– Tænastuveiting og samskifti
– Arbeiðsbýti til dyst
– Hvussu ert tú sum vaktarfólk
– Evakuering og neyðstøður
– Ymiskar støður, ið kunnu fyrikoma
Skeiðið er fríggjadag frá klokkan 17:00 til 21:30 og leygardag frá 09:00 til 17:30.
Skeiðið, ið er ókeypis, er ætlað øllum, sum arbeiða sum vaktarfólk til dystir, ella sum hava áhuga fyri hesum.
Seinasta freist at boða frá luttøku er fríggjadagin 15. november. Tilmelding fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.fsf.fo
Nærri kunning um skeiðið fæst við at venda sær til Terja Nielsen, tel. 23 12 60.