Sigfríður Skaale Clementsen og Fróði Benjaminsen eru settar í starv sum fótbóltsmennarar hjá FSF


Fótbóltssamband Føroya hevur gjørt avtalu við Sigfríð Skaale Clementsen og Fróða Benjaminsen, um at gerast Fótbóltsmennarar hjá FSF.

Stutt undan jólum vórðu tvey mennarastørv lýst leys at søkja. Nógvar og góðar umsóknir komu inn, og síðani hava samrøður verið. Valið fall á Sigfríð Clementsen, ið er settur í fulla tíð, og Fróða Benjaminsen, ið kemur at arbeiða hálva tíð sum Fótbóltsmennari.

Framman undan eru Jógvan Martin Olsen og Eli Hentze eisini knýttir at FSF sum Fótbóltsmennarar. Umframt at vera mennari, er Eli Hentze eisini hjálparvenjari hjá A-landsliðnum við monnum, meðan Fróði Benjaminsen verður hjálparvenjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum.

Høvuðsuppgávurnar hjá Fótbóltsmennarunum er at veita feløgunum eina hjálpandi og mennandi hond í samband við menning av okkara ungu spælarum, umframt at taka sær av Úrvalstilboðnum, sum millum annað verður bjóðað næmingum, ið ganga á Miðnámi.