Í summar fara Føroyar fyri fyrstu ferð at luttaka við einum U15-landsliðið fyri gentur. FSF hevur avgjørt, at fyrsta avbjóðingin hjá gentunum verður Brøndby Cup í Danmark
– Við hesum ynskja vit at økja um áhugan hjá gentum at spæla fótbólt, og samstundis vóna vit, at hetta kann vera við til at hækka støðið á kvinnufótbóltinum, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya.
Í løtuni hava Føroyar átta landslið í fótbólti, sum á hvørjum ári taka lut í ymsum altjóða kappingum. Men um ikki so langa tíð verður eitt landslið afturat.
Fótbóltssamband Føroya hevur nevniliga avgjørt at økja um landsliðsarbeiðið, og nú er greitt, at í summar fer eitt U15-landslið við gentum eisini á vøllin.
Fyrsta kappingin fyri U15-genturnar verður Brøndby Cup í Danmark, sum verður um mánaðarskiftið juli-august.
Seinastu fimm árini hevur U15-landsliðið við dreingjum tikið lut í Brøndby Cup, men nú sleppa genturnar so eisini at royna seg í hesi kapping, sum telur lið úr nærum øllum heiminum.
Enn er ikki avgjørt hvør skal vera venjari hjá U15-gentunum, men hetta kemur væntandi uppá pláss í nærmastu framtíð.