Fótbóltssamband Føroya og Nes Kommuna hava gjørt samstarvsavtalu um út- og umbygging av grasvøllinum á Svangaskarði
Á samkomu á Svangaskarði í gjárkvøldi, varð samstarvsavtala millum Nes Kommunu og Fótbóltssamband Føroya undirskrivað. Avtalan hevur við sær at umstøðurnar á og kring grasvøllin á Svangaskarði verða nýmótansgjørdar.
Í fyrstu atløgu verður nýggjur graslíksivøllur lagdur á, har grasvøllurin á Svangaskarði er í dag. Byggisáttmáli er gjørdur við SP/f JHR Entreprenørar um at fyrireika undirlendið til nýggja graslíksivøllin. Hetta arbeiði skal verða liðugt 1. apríl næsta ár og síðani verður farið undir at leggja sjálvan graslíksivøllin á. Eftir ætlan skal alt arbeiði við nýggja graslíknum verða liðugt 1. mai komandi ár.
Ætlanin er eisini at fara undir út- og umbyggingar av felagshúsinum á Svangaskarði. Í løtuni verður hetta arbeiðið projekterað. Tað er Teknistovan í Gøtu ið stendur fyri tí arbeiðinum.
Út- og byggingin á Svangaskarði verður fíggjað við stuðuli frá UEFA, ið er umleið 12 mió. krónur.