Útbyggingin av Tórsvølli fer nú í gongd, og í dag hava FSF og Articon undirskrivað sáttmála um byggibúning av suðurendanum við Tórsvøll
Fótbóltssamband Føroya og Articon hava í dag undirskrivað sáttmála um byggibúning av økinum við suðurendan av Tórsvølli, har nýggi bygningurin hjá FSF skal standa.
Umframt byggibúningina, skal Articon taka niður áskoðaraplássini við suðurendan av Tórsvølli. Arbeiðið, sum nú verður gjørt, umfatar útgrevstur, planering undir nýggja bygninginum og stoyping av fundamentum og ymiskt annað, í samband við byggingina av nýggja FSF-húsinum.
Arbeiðið, ið nú fer at byrja, skal vera liðugt tíðliga í mars mánað.
Meðan útbyggingin fer fram, verður sjálvur bygningurin liðugt projekteraður. Væntandi verður nýggi bygningurin hjá Fótbóltssambandi Føroya boðin út í lisitatión um ein mánað.